top of page

Marknaðarfólk

Vit sóknast eftir einum kreativum, ágrýtnum og sjálvstøðugum marknaðarfólki.

Talan er um eitt spennandi starv sum marknaðarfólk til IDEmøblar, ILVA og
Kopp & Kannu. Her hevur tú møguleikan at blíva partur av eini handilsfyritøku í vøkstri og sum tekur ábyrgd og raðfestir góða kundatænastu.

Tú kemur at hava ábyrgdina av at samskipa og somuleiðis at framleiða okkara lýsingatilfar. Tað er tí ein fyrimunur, um tú dugir grafiskt arbeiði og ert stinnur í føroyskum. 
 

Vit ímynda okkum, at tú:
• Ert fyrikomandi, fús/ur at hjálpa og ágrýtin at læra og menna teg
• Tekur ábyrgd og hevur hug og vilja at betra um avrikið hjá handlinum
• Hevur eitt skipað arbeiðslag og altíð ger uppgávurnar ordiligt
• Arbeiðir skjótt og ert fleksibul

• Er samstarvshugað/-ur og dámar at arbeiða kreativt
• Ert ein góður starvsfelagi og stuðlar undir gott samanhald
• Trívist í einum starvi har uppgávurnar eru fjølbroyttar
• Hevur viðkomandi arbeiðsroyndir. Eitt nú við grafiskum arbeiði, sosialum miðlum, heimasíðu, video og myndatøku

Vit bjóða: 
• Eitt spennandi, avbjóðandi og læruríkt arbeiðspláss, har tú sleppur at menna teg 
• Gott samanhald har vit stuðla hvørjum øðrum 
• Fokus á góðsku - vit selja vørur ið vit eru stolt av 
• Eitt starvsumhvørvi, har dentur verður lagdur á, at okkara starvsfólk hava tað
gott og trívast


Lønarviðurskifti og setanartreytir eru eftir avtalu.
 

Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sandri Færø á tlf. 771010 ella umvegis teldupost sandri@ide.fo


Ynskiligt er, at tú byrjar beinanvegin, men vit bíða fegin eftir rætta viðkomandi.

Vit gleða okkum at bjóða einum nýggjum arbeiðsfelaga vælkomnum

468758341_975598131259110_8628387338289663213_n.jpg
bottom of page