top of page
Seingjarkeyp - Tann besta vegleiðingin
Tað eru fleiri ting tú skalt taka hædd fyri, tá tú skalt keypa nýggja song. Tað kann virka sum ein stór avgerð, tí vit brúka so nógva tíð í songini. Tí hvat slag av song passar best til tín? Hvørjar sengur, fastleikar og toppmadrassur eru at fáa, og hvat hóskar til tín tørv? Her vegleiða vit teg allan vegin gjøgnum songjarfrumskógin og gera teg tilreiðar til at velja júst røttu songina til tín.
 

Sov væl
Ger eina íløgu í ein triðing av lívinum. Vit vita tað væl, at børn hava tørv á 9-11 tímar svøvn og vaksin 7-9 tímar hvørja nátt, tí brúka vit á leið ein triðing av okkara dýrabæru tímum í songini. Tað er her at kroppurin skal finnu hvílu eftir ein langan dag og gerast klárur til morgindagsins útfordringar og verk. Líka mikið um tú leggur dent á funktiónina á songini, støddina ella útsjóndina, so vita vit væl at tað eru hópin av møguleikum, so hvussu velur man tí røttu songina? Í hesari vegleiðing kanst tú gerast klókari uppá alt frá latex, fastleika til elevatión, soleiðis at tú kanst skapa harmoni og javnvág í tínum gerandisdegi.
design-uden-navn-2024-03-01t145718513_ed
Hví hevur tú brúk fyri nýggjari song?
Tað eru nógvar grundir til at tað kann vera eitt gott hugskot at keypa nýggja song. Tað eru nøkur sum siga at tummilfingrareglan er at skifta songina út hvørt 10. ár, tí songin simpulten verður slitin, sum árini ganga. Tú brúkar vanliga songina hvørja einastu nátt og svevur á sama staði á madrassuni, sum sjálvandi setur síni spor. Og sjálvt um tú ansar væl eftir songini, so broytist kroppurin við árunum og hevur tí møguliga nýggjar tørvir fyri at liggja væl og at hvíla væl. Ein onnur týðandi orsøk til at skifta song, er at í teir 7-8 tímarnar, sum tú ert í songini, kemur nógv væta frá tær, og hendan vætan fer beint niður í madrassuna. Talan er um fleiri litrar árliga, hetta kann gera sjónligar plettir og tiltrekkja blámusopp og dustmottu. Hetta eru bara nakrar orsøkir til at tín náttarsvøvnur gerst verri, og tí eru ein góð grund til at skaffa sær eina nýggja og góða song. 
 
  • Pína og óbehag um náttina
  • Songin ríkjur ella larmar, tá tú flytir teg
  • Broytingar í kroppinum og nýggjur tørvur fyri komfort og svøvni
  • Sjónligir plettir kunnu vera tekin um nógva vætu í madrassuni
  • Broytingar í lívinum, sum skapa nýggjan tørv viðvíkjandi slag av song
  • Og nógv, nógv annað…
Seingjarsløg: Hvussu velji eg rætta song?
Tann rætta songin er alt avgerðandi fyri tín náttarsvøvn, men hvussu finnur man runt í øllum teimum ymisku seingjunum. Fá skil á teimum fýra seingasløgunum, sum eru at fáa hjá ILVA, og finn fram til hvat slag er best til tín og tín kropp.

Boksmadrassa
Ein boksmadrassa er ein madrassa við eini trærammum runt um madrassuna og við beinum settum føst á rammuna. Her hevur tú eina song, sum er klár at brúka, og løtt at flyta, um tað skuldi verið brúk fyri tí. Tann einkli uppbygnaðurin ger, at tú fært song og góðan komfort fyri ein bíligari penga.
Tað vil siga at ein boksmadrassa er tað einkla og kostnaðarvinarliga valið, og tú kanst eisini velja fjarðan og toppmadrassu, sum passar tær, til tína nýggju song.


Kontinentalsong
Ein kontinentalsong er ein song, sum er uppbygd av fleiri løgum av madrassum, sum kunnu samansetast eftir tínum tørvi og tryggja besta komfortin til kroppin alla náttina. Við øllum løgunum av madrassum fær songin eina góða hædd, ið ger tað lættari at koma í og úr songini. Av tí at kontinentalsongin er samansett av fleiri løgum, kanst tú samanseta løgini, so tey hóska til tíni ynskir í samband við fastleika, stuðul og stødd. Her ber eisini til at velja ymiskt til báðar síðurnar á songini, um tit eru tvey við ymiskum tørvum.
 

Elevatiónssong
Ein elevatiónssong hevur motor, so tú kanst stilla hædd á høvda- og fótalagi eftir tørvi. Tú fært eina virkisføra song, har til ber at hevja og lækka á ymiskum stigum, alt eftir tørvi. Tí er hetta tað perfekta seingjarvalið til tín, sum dámar at sita uppi í songini og lesa ella hevur brúk fyri at liggja við høvdinum ella beinunum høgt.
 

Bokselevatiónssong
Bokselevatiónssongin er ein samanrenning av tí besta frá boksmadrassuni og tí besta fra elevatiónssongini. Tað smarta við einari bokselevatiónssong er, at boksmadrassan og elevatiónsbotnurin eru samanbygd í somu skipan. Tí er ikki vandi fyri at teir báðir partarnir glíða frá hvørjum øðrum gjøgnum náttina.

Hví er góður svøvnur týdningarmikil?

Góður svøvnur er týdningarmikil fyri tín dagliga trivna. Songin skal virka sum tín egni menniskjaligi løðari. Júst sum fartelefonin má løðast, er tað eisini týdningarmikið at tú fært løtt væl hvørja nátt, so tú hevur orku og yvirskot allan dagin. 

Svevur tú for lítið ella ikki nóg væl, minkar tín førleiki at hugsavnað teg, tín reaktiónstíð versnar og tú verður minni kreativur. Men svevur tú væl og nóg longi verður imunverjan betri og vil hetta fyribyrgja strongd, angist og tunglyndi. Tað er eisini meðan vit sova, at kyknurnar í kroppinum og vøddarnir koma fyri seg aftur og endurnýggjast. Í stuttum so er ein góður náttarsvøvnur sera týdningarmikil fyri einum vælvirkandi dagligdegi.

Hvat er góður svøvnur?

Tá tú leggur teg í songina, skalt tú rímuliga skjótt kenna teg avslappaðan. Tað er ymiskt, hvussu nógvar tímar av svøvni, vit hava brúk fyri. Vanliga fellur tørvurin við aldrinum. Men felags fyri øll er, at tú skalt kenna teg væl og vælsvøvntan, tá tú vaknar. Tú skalt heldur ikki hava ilt nakrastaðni ella liggja so mikið illa, at tað ávirkar tín svøvn.

 

Góð ráð til betri svøvn

  • Syrg fyri at tú hevur eina song sum hóskar til tín og tín tørv

  • Lat vera við at brúka telefon, teldil, sjónvarp ella annan skerm hálvan tíma áðrenn songartíð

  • Ikki drekka alkohol, kaffi ella annað sum inniheldur koffein um kvøldið

  • Far í song og upp áleið somu tíð hvønn dag

  • Syrg fyri at hava góðan hita í kamarinum

  • Innrætta kamarið róligð, avslappað og dempað.

 

Fastleikin á songini

Fastleikin er avgerandi fyri hvussu hørð ella bleyt madrassen er. So tá tú velur tína nýggju song, er tað týdningarmikið, at tú velur ein fastleika, sum hóskar til tín kropp og tín svøvntørv. Um tú skalt hava eina bleyta, medium, fasta ella ekstra fasta madrassu, valdast millum annað tína vekt, kropsbygna og tína svøvnstøðu.

 

Sum útgangsstøði verður ein medium madrassa viðmæld til fólk sum viga undir 75 kg, ein føst til 75-95 kg og ein ekstra føst til persónar, sum viga yvir 95 kg. Tín kropsbygnaður og svøvnstøða hava eisini ávirkann á fastleikan á madrassuni. 

Eitt nú hava kvinnur ofta brúk fyri eyka stuðli við mjadnarnar og pláss til at tær kunnu søkka niður í eina bleyta madrassu. Svevur tú oftast á síðuni, so hevur tú brúk fyri einari bleytari song.

Við tí heilt rætta fastleikanum fært tú best stuðul til allan kroppin og fært ein góðan náttarsvøvn.

Ivast tú í hvønn fastleika, tú skalt velja, er tað eitt gott hugskot at koma at royna ymiskar sengur og fastleikar í handlinum hjá okkum áðrenn tú tekur eina avgerð. Vit hava eisini altíð góð starvsfólk, sum duga serstakliga væl at vegleiða teg í samband við seingjarkeyp.

Nýggja song ella nýggja toppmadrassu. Hvat skal eg velja?

Tað er als ikki bíligt at keypa nýggja song, og júst tí fáa vit ofta spurningin, um tað er nokk at skifta toppmadrassuna heldur enn alla songina. Soleiðis kann man geva songini longri livitíð og samstundis spara eitt sindur.

Í nøkrum førum kanst tú kanst tú betra um svøvnin við at keypa eina góða toppmadrassu, men tað krevur at tú kannar hvørjum standi songin hjá tær er í.

 

Larmur og órógv um náttuna

Um songin knirkar og larmar illa, kann tað viðvirka til nógv órógv um náttina -  bæði fyri teg, tín partnara og restina av húskinum. Umframt hetta, so skalt tú ikki merkja, tá tín partnari vendur sær, og um madrassan flytir seg ov nógv, er stórur møguleiki fyri at tú merkir tað ella vaknar, hvørja ferð partnarin vendir sær.

 

Pína og illa fyri

Vaknar tú um morgunin við pínu í kroppinum, ella verður tú órógvaður fleiri ferðir um náttina við eitt nú eymum nakka ella ryggi, so er tað sanlíkt at tín song og tín kroppur ikki longur samsvara.

Ein nýggj song, sum gevur tær bestu viðurskifti til ein góðan náttarsvøvn, fara helst at betra um tína svøvngóðsku og tína vælveru.

 

Set teg á songina

Tú kanst lættliga gera eina skjóta test heima. Set teg á songina og met um um songin tekur ov langa tíð at stabilisera seg aftur. Blívur hon við at geva seg, kann tað eisini vera eitt tekin um at tað er tíð at skifta songina út.

 

Toppmadrassan - prikkurin yvir i’num

Toppmadrassan er prikkurin yvir i’num á tínari song og gevur eyka komfortlag, sum syrgir fyri at tú svevur optimalt. Tað finnast toppmadrassur í ymiskum tilfari, sum øll hava sínar góðu eginleikar.

 

Celcius

Ein toppmadrassa við celcius-skúmi er trýstlættandi og formar seg eftir tínum kroppi og rørslum, tá tilfarið verður hitað við tínum kropshita. Kiropraktorar viðmæla ofta hetta slagið av toppmadrassum grundað á at skúmið fyribyrgir liggisár. Um tær dámar at liggja í einari bleytari song, sum formar seg eftir kroppinum, skalt tú umhugsa eina toppmadrassu við celcius-skúmi.

 

Latex

Latex er eitt slag av gummi, sum hevur nógvan smidleika. Tú liggur væl í eini toppmadrassu við latex og hon heldur longi. Latex letur húðina anda og hevur góðar eginleikar at tilpasse seg rørslurnar og skapinum á kroppinum, tí liggur tú serstakliga væl í einari latex-toppmadrassu.

 

Polyetherskúm

Um tú velur eina toppmadrassu við polyetherskúmi fært tú góðan komfort fyri pengarnar. Polyetherskum hevur góðar eginleikar at veita burtur fukt, og tú liggur væl í henni.

 

Fá vegleiðing, tá tú skalt keypa song

Tað kann vera nakað av einum frumskógi at finna runt í tí stóra úrvalinum av seingjum og madrassum. Hjá okkum fært tú altíð ráðgeving og vegleiðing í samband við seingjarkeyp. Vit hava stórt úrvæl av seingjum frammi, so tú kanst royna tær ymisku sengurnar og toppmadrassurnar, so tú kanst velja eina song, sum hóskar til tín og tín tørv. 

Tú kanst eisini velja hvussu songin skal síggja út við at velja lit, bein og seingjargalva. So fært tú bæði eina góða song at sova í og eina song, sum hóskar til tín stíl og innrætting.

Vit vita væl at ein song als ikki er eitt impulskeyp og flest øll brúka langa tíð at taka eina avgerð. Tí ynskja vit eisini at tú fært bestu vegleiðing og ráðgeving, tá tú velur tína komandi song frá okkum. 

bottom of page